5. august 2010
5 umsøkjarar undangóðkendir
Elveitingareftirlitið hevur sambært § 5 stk. 2 í løgtingslóg nr. 59 frá 7. juni 2007 um framleiðslu, flutning og veiting av ravmagni, avgjørt at undangóðkenna fimm umsøkjarar til at søkja um loyvi at framleiða ravmagn úr vindorku.
Íalt vóru seks umsøkjarar um undangóðkenning.
Teir fimm góðkendu umsøkjararnir eru:
Norðvind undir stovnan, v/Villads Bøgesvang o.fl
Felag undir stovnan, v/Effo P/F, Navia Sp/f o. fl.
Røkt Sp/f, v/Jóhan í Niðristovu o.fl.
Elfelagið SEV
Felag undir stovnan, v/Magn o.fl.
Avgerð um endaligt loyvi at framleiða ravmagn úr vindorku verður væntandi tikin í november 2010.